
Nú vil Jaspur Langgaard hava ferðslutølini fyri Eysturoyartunnilin fram í ljósið. Leiðslan í tunnilsfelagnum hevur verið frammi um, at tey ikki ynskja at kunngerða tølini enn, men nú er málið komið í Løgtingið.
Jaspur Langgaard hevur sent Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, ein grein 52 fyrispurning, har millum annað vil vita hvussu nógv akfør hava koyrt gjøgnum tunnilin síðani hann lat upp fyri almennari ferðslu.
(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Eisini vil hann vita dagligu ferðslutølini umframt vikutøl og mánaðartølini.
Hann spyr hvussu nógv akfør Landsverk metir koyra tann longrateinin umvegis Norðskálatunnilin, og hvussu nógv Landsverk metir, at samfelagsvirðið er minni enn tað kundi verið, við tað at nógv koyra longra teinin.
- Tað hevur verið nógv frammi alment, at nógv fólk velja Eysturoyartunnilin frá vegna ov jøgt tunnilsgjald og koyra heldur longra teinin, umvegis Norðskálatunnilin. Sostatt er nakað, sum bendir á, at ferðslan í Eysturoyartunlinum er minni enn vænta.
- Tað hevur alstóran týdning, at samfelagið fær so stóra nyttu av tunlinum sum tilber, og tað fær tað bara, um so nógv sum gjørligt velja at brúka tunnilin, sigur Jaspur Langgaard í viðmerkingunum.
Grein 52 fyrispurningar skulu svarast innan tíggju yrkjadagar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald