Innanlands

Langhylurin í Gundadali er nú avhendaður - letur upp í november

Næstu vikurnar fer Tórshavnar kommuna at gera økið og hylin, við tíggju geilum, til reiðar. J&K Petersen hevur staðið fyri arbeiðnum - her eru nakrar myndir

Eftir ætlan skal nýggja høllin llata upp í viku 45. Umframt langan hyl við 10 geilum, er vælveruøkið eisini har (Mynd: jkp.fo)

Eftir ætlan skal nýggja høllin llata upp í viku 45. Umframt langan hyl við 10 geilum, er vælveruøkið eisini har (Mynd: jkp.fo)

2024-10-18 18:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Langhylurn í Gundadali og uppíbyggingin av verandi svmiljihøll er ein av stóru verkætlanunum hjá Tórshavnar kommunu og hjá J&K Petersen. Nú er komið so mikið langt, at eitt avhendingarskjal er undirskrivað.

Hetta merkir, at J&K Petersen sum so er liðugt við sítt arbeiði: Næstu vikurnar skal kommunan at gera nýggja økið og hylin kláran til nýtslu.

Eftir ætlan skal hann lata upp í viku 45 - millum 4. og 10. november.

Hetta skrivar byggifyirøkan á heimasíðu sínari í kvøld. Avhendingarskjalið varð undirskrivað fyrr í dag í snotiligu høllini. Har burdu umstøðurnar verið góðar á ymsan hátt

- Langhylurin er bygdur uppí verandi svimjihøll og hevur 10 geilar á 50 metrar, tribunu við nakað yvir 600 áskoðaraplássum, vælveruøki við heitum hylum, gosbaði, hitarúmi, dampbaði og mangt annað, skrivar jkp.fo

Sí nakrar myndir niðanfyri:

[object Object][object Object][object Object]
Snøgt við nýggja svimjihylin, sum er 50 metrar - tann fyrsti í Føroyum norðanfyri Páls Høll (Mynd: jkp.fo)

[object Object]Eyðbjørn Karbech Mouritsen, verkætlanarleiðari fyri J&K Petersen, og Bergur Rask Olsen, verkætlanarleiðari fyri Tórshavnar kommunu (Mynd: jkp.fo)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder