Innanlands

Langtíðarhaldføri er ársins orð

Seinferð, burðardygd og hondbóltslandslið varð eisini skotið upp

Langtíðarhaldføri hevur javnan verið brúkt í politikki hetta seinasta árið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Langtíðarhaldføri hevur javnan verið brúkt í politikki hetta seinasta árið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-12-13 09:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í morgunsendingini hjá útvarpinum var ársins orð í morgun valt.

Tað gjørdist langtíðarhaldføri.

Lurtarar hava sent uppskot inn um ársins orð og tíggju orð eru vald úr rúgvuni. Tey tíggju orðini vóru:

Burðardygd
Bústaðartrot
Fosturtøkulóg
Langtíðarhaldføri
Hondbóltslandslið
Miðlatøgn
Orkuskifti
Seinferð
Tunnilsøði
Wegovy

Lena Reinert, limur í starvsnevndini í Málráðnum, Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í felagnum Føroysk Miðlafólk, og Óluva Klettskarð, umboðandi felagið Føroyamál vóru í dómsnevndini.

Óluva Klettskarð valdi "seinferð" og Lena Reinert valdi "burðardygd". Jón Brian Hvidtfeldt valdi langtíðarhaldføri. Tær báðar Óluva og Lena góvu seg, og kundu vera við til, at langtíðarhaldføri bleiv ársins orð 2024.

Ársins orð seinastu árini
2024 Langtíðarhaldføri
2023 Vitlíki
2022 Stuttflutt
2021 Sammóðir
2020 Sóttarhald
2019 Heimafriður
2018 Ræstkjøtaburgari


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder