Triði dagurin á Føroyavitjanini hjá Margrethu drotning er í dag.
Talan er um rúgvismikla skrá, sum byrjar klokkan 09:50 í morgun, og heldur fram til klokkan 21 í kvøld.
Í Fuglafirði í gjár (Mynd: Sverri Egholm)
Vitjað verður millum annað á Heiminum á Grønanesi og Mýruverkinum í Vestmanna, og útgrevstrinum Niðri á Toft og vatnorkuverkinum í Kvívík áðrenn leiðin gongur yvir um Vestmannasund.
Í Vágum verður vitjað á Zarepta í Vatnsoyrum, og um kvøldi er Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, vertur fyri døgurða.
Døgurðin verður á Gamla Hotellinum - Magenta í Miðvági. Har var drotningin í 1959, sum krúnrpinsessa. Í 1959 varð millum annað farið út á altanina at heilsa uppá fólkið, sum var komið saman. Eftir ætlan fer drotningin tí í kvøld út á svalan aftaná døgurðan at heilsa uppá tey sum møta upp.
Í morgin er drotningin á Toftum, Nesi og á Strondum.
Sí eisini:
Myndir: Svínoyingar fína vitjan
Myndir: Margretha drotning í Ribarhúsi, hjá Framherja og í skúlanum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald