Innanlands

Láninet aftur til taks í Á-handlunum

Vælumtóktu láninetini frá Dugna eru nú aftur at fáa í øllum Á-handlunum

2025-02-03 12:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Láninet er eitt samstarv millum Dugna og Á-handlarnar. Talan er um eitt keypsnet, seymað úr endurnýtslutilfari, sum er sniðgivið og tilvirkað á Dugna og fæst til sølu í Á-handlunum.

Hetta verður gjørt fyri at minka um nýtsluna av plasti og fyri at geva endurnýtslutilfari nýtt endamál og nýtsluvirði umframt at skapa arbeiði til fólk hjá Dugna.

Hvat er Láninet?
Hugskotið handan netið er, at tú kanst lána eitt net frá Á-handlunum fyri 20 kr. ella brúka tað, so leingi tær lystir, og so lata tað inn aftur, har tú lánti tað, og sostatt fáa 20 kr. aftur.

Skuldi netið skrædnað ella vorðið skitið, so kanst tú lata tað inn aftur og fáa eitt nýtt. Dugni átekur sær at vaska og bøta netið aftur.

Nýggir møguleikar hjá fólki og tilfari
Netini eru framleidd úr ymsum endurnýtslutilfari, so sum gardinum, løkum, seingjarklæðum, teppum og øðrum líknandi pløggum. Sostatt eru eingi net eins, og tú kanst finna eitt í Á-handlunum, sum klæðir tær.

Uppgávan hjá fólkunum hjá Dugna er at vaska, strúka, klippa, seyma, prenta og pakka netini, áðrenn tey verða koyrd út í Á-handlarnar. Uppgávur sum hesar skapa fjølbroyttar arbeiðsuppgávur til fólkini hjá Dugna, sum hava ymsar førleikar og orku.

Henda verkætlanin ger tað møguligt hjá bæði tilfari og menniskjum at fáa nýggjar møguleikar. Láninetini vísa í verki, at tilfeingið í okkum menniskjum og tilfeingið í tilfari kann blóma av nýggjum - um tað bara fær møguleika til tess.

Dugni + Á
Dugni er ein sjálvsognarstovnur, sum hevur til uppgávu at skipa fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling til fólk, sum ynskja stuðul til at koma í arbeiði ella útbúgving.

Handilsketan Á er ein samtøka av sjálvstøðugum keypmonnum, sum síðan 2012 m.a. hevur strembað eftir at verja umhvørvið og annars vísa burðadygd og samfelagsábyrgd. Í dag eru 11 Á-handlar kring landið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder