placeholder
Innanlands

Lars-Emil Johansen 50 ár á politiska vígvøllinum

Hann er í løtuni á ferð í Føroyum og Íslandi, har hann m.a. heldur ein áhugaverdan fyrilestur um Grønlands vej til selvstændighed. Klokkan 16 hevur hann fyrilestur í Miðlahúsinum í Vágsbotni

(Mynd: Álvur Haraldsen)

(Mynd: Álvur Haraldsen)

2022-07-15 12:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað munnu vera fá, sum hava fylgt við í politikki seinnu nógvu árini, ið ikki hava hoyrt um grønlendska politikaran Lars-Emil Johansen. Hann er í løtuni á ferð í Føroyum og Íslandi, har hann m.a. heldur ein áhugaverdan fyrilestur um Grønlands vej til selvstændighed.

Lars-Emil Johansen er nú 75 ára gamal. Hann gavst í politikki fyri fáum árum síðani, men fylgir enn væl við í øllum samfelagsviðurskiftum bæði í Grønlandi og í heiminum annars. Hann er føroyavinur burturav, og brúkar nú høvið at heilsa uppá fyrrverandi starvsfelagar og vinfólk frá politiska lívi sínum.

Lars-Emil taldist í síni tíð millum framskygdar, ungar grønlendingar, so sum Jonathan Motzfeldt og Moses Olsen, sum vildu vinna størri frælsi fyri grønlendsku tjóðina. Tað gjørdist byrjanin til heili 50 ár í politiskum virksemi, har hann m.a. hevur sitið í fyrrverandi landsráðnum, síðani í landstinginum, har hann hevur verið bæði landstingsformaður og landsstýrisformaður, umframt sitið í hópin av øðrum álitissessum.

Fyrilesturin um Grønlands vej til selvstændighed verður í Miðlahúsinum í Vágsbotni fríggjadagin kl. 16.00. Lars-Emil fer at hugleiða um sjálvstýristilgongdina í Grønlandi. Hann greiðir frá aktuellu støðuni og hyggur eisini fram eftir og sigur sína hugsan um, hvussu hann sær samfelagsmenningina í komandi tíðum.

Lars-Emil er jaligur um framtíðarútlitini fyri Grønland, eisini hvat viðvíkur útnorðursamstarvinum og ein nútíðartillagan ríkisfelagsskap.

Fyrilesturin er ókeypis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder