Innanlands

Lars Emil Johansen á vitjan á Ráðhúsinum í Havn

Lars Emil kom í gjár niðan at vitja á ráðhúsinum, beint eftir at hann hevði havt fyrilestur fyri hópin av fólki í Miðlahúsinum um sjálvstýristilgongdina í Grønlandi

Heðin Mortensen og Lars Emil Johansen (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Heðin Mortensen og Lars Emil Johansen (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-07-16 12:28 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tórshavnar kommuna: Lars Emil Johansen sigst vera føroyavinur burturav, og meðan hann vitjar her í Føroyum, so brúkar hann høvið at vitja fyrrverandi starvsfelagar og vinfólk frá tí politiska vígvøllinum, hann hevur havt ein leiklut á í hálva øld.

Lars Emil Johansen og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, fingu eitt hugnaligt og avbera gott prát seinnapartin í gjár á Ráðhúsinum.

Lars Emil kom niðan at vitja, beint eftir at hann hevði havt fyrilestur fyri hópin av fólki í Miðlahúsinum um sjálvstýristilgongdina í Grønlandi.

Lars Emil var sera fegin um gongdina í Føroyum, um blíðskap og positivan anda, sum honum møtti allastaðni. Hann metti eisini, at betri samstarv átti at verið millum grønlendingar og føroyingar, ikki bara á politiskum stigi, men millum vanlig fólk.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, greiddi frá góðu gongdini í Havnini, nakað sum Lars Emil hevði størsta áhuga fyri. Eftir 50 ár í politikki sum landstings- og landsstýrisformaður, umframt sum nevndarlimur í hópin av feløgum, hevur Lars Emil eitt sjáldsama gott innlit í øll samfelagsviðurskifti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder