Uttanlands

Lars Larsen er deyður

Stovnarin av Jysk, "Dyne-Larsen", stríddist seinastu tíðina við krabbamein í livrini. Hann gjørdist 71-ára gamal

(Mynd: bt.dk)

(Mynd: bt.dk)

2019-08-19 09:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann var ein av teimum donsku handilsmonnunum við allarmest viðgongd. Lars Larsen opnaði í apríl 1979 Jysk Sengetøjslagers í Århus.

Hetta hevur ment seg til yvir 2.700 handlar við áleið 23.000 starvsfólkum í yvir 52 londum. Tað er í teimum allarflestu londunum í Evropa, men Jysk er eisini í millum annað Vietnam. Ein av hesum næstan 3.000 handlunum er í Tórshavn - undir navninum Skemman.

Hann var kendur sum "Dyne-Larsen" og kendur fyri sínari lýsingar og sítt lætta lyndi. Seinastu tíðina hevur Lars Larsen stríðst við krabbamein í livrini, og nú orkaði stovnarin og eigarin av Jysk ikki meira; Lars Larsen doyði í morgun í sínum heimi í Silkeborg, 71 ára gamal. Hetta uplýsir Jysk í einum tíðindaskrivi.

Lars Larsen hevði tvey børn og fýra abbabørn og var saman við teimum nærmastu, tá hann andaðist.

- Vit hava í dag mist okkara pápa, mann og abba, og Danmark hevur mist ein einastandandi keypmann. Vit fara at sakna hann, og tá vit hava syrgt okkara stóra miss, fara vit framhaldandi at gera okkara besta føra hansara flotta lívsverk víðari.

Hetta sigur sonurin Jacob Brunsborg, sum fyrr í ár tók yvir sum nevndarformaður í Jysk.

Móðurfelagið, Jysk Holding, hevði í fjør eitt yvirskot upp á eina milliard, og umsetningurin var 18 milliardir krónur. Mett varð, at Lars Larsen var millum fýra teir ríkastu persónarnir í Danmark við einari ogn á áleið 30 milliardir krónir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder