Á fundi í gjár samdist ein meiriluti av flokkunum á fólkatingi um, at vit í Føroyum sleppa á fólkatingsval 31. oktober, dagin fyri restin av ríkinum fer á val. Men tað vóru tó ikki allir flokkar, sum tóku undir við at ganga umbønini hjá løgmanni á møti um at flyta valdagin í Føroyum.
Moderaterne, flokkurin hjá fyrrverandi forsætisráðharranum og føroyavininum, Lars Løkke Rasmussen tekur ikki undir við tí.
Á fundinum í gjár skuldi m.a. viðgerast, um tað kann hava ávirkan á endaliga valúrslitið í Danmark, at føroyingar fara á val dagin fyri, og hóast ein meiriluti á Christiansborg metti, at tað kann tað ikki, tykist formaðurin í Moderaterne at hava eina aðra fatan.
Í dagføring á sosiala miðlinum Twitter sigur hann m.a., at hann heldur tað vera fløkjasligt, at valúrslitið ikki verður almannakunngjørt samstundis í øllum ríkisfelagsskapinum, tí vandi er fyri, at tað kann ávirka valið.
Í samrøðu við Útvarpið í gjár, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður at hann ikki heldur tað fer at bera til at halda valúrslitið úr Føroyum loyniligt, inntil valúrslitið verður kunngjørt í restina av ríkinum, og Christian Rabjerg Madsen, innanríkis- og bústaðamálaráðharri sigur eisini við Ritzau, at hann væntar, at valúrslitið í Føroyum verður almannakunngjørt um kvøldið 31. oktober í samsvar við føroysku vallógini.
– Eg haldi ikki, tað hevur týdning fyri atkvøðugreiðsluna í restini av ríkisfelagsskapinum, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald