Uttanlands

Lars Løkke brýtur tøgnina í kvøld

Fyri fyrstu ferð, síðan hann legði frá sær sum formaður í Venstre, fer hann at greiða frá sínari síðu av søguni. Hetta ger hann á TV2 kl. 18.10 og á DR1 kl. 20.

Lars Løkke Rasmussen (Savnsmynd)

Lars Løkke Rasmussen (Savnsmynd)

2019-09-15 11:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, legði brádliga frá sær sum formaður í Venstre fyri tveimum vikum síðani, eftir at leiðslan í flokkinum hevði havt fund.

- Umráðandi at halda fast í sínari sjálvsvirðing.  Kann ikki vera formaður í einum flokki, har eg sum formaður ikki sleppi at kjakast um og royna ta politisku kósina, eg havi lagt, á einum landsfundi, har eg eri valdur. Takk fyri nógv góð ár, skrivaði hann á Twitter.

Síðan tá, hevur hann hildið lágan profil og hevur ikki viljað gjørt samrøður um evnið. Men í kvøld brýtur hann tøgnina aftaná 15 dagar.

Tað ger hann á TV2 og á DR1. Fyrst í tíðindunum á TV2, sum verður víst klokkan 18.10 føroyska tíð, og síðani í sendingini "21 Søndag", sum verður víst á DR1 klokkan 20.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder