Uttanlands

Lars Løkke: Eg eri eitt sindur keddur um hetta

Danski forsætisráðharrin fegnast ikki um, at flokkurin hjá Paludan, Stram Kurs, nú hevur fingið nokk av undirskriftum

Lars Løkke Rasmussen (Savnsmynd)

Lars Løkke Rasmussen (Savnsmynd)

2019-04-27 19:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Flokkurin Stram Kurs við Rasmus Paludan á odda hevur nú savnað nóg nógvar undirskriftir til at kunna stilla upp til fólkatingsvalið.

Hetta er ikki nakað sum danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen fegnast um.

- Eg eri eitt sindur keddur um hetta, um eg skal siga sum er. Men mann hevur jú loyvi at hava tær meiningar, sum mann hevur. Eg ætli mær at stríðast ímóti teimum, sigur hann við DR.

Verða undirskriftirnar góðkendar av danska fíggjar- og innlendismálaráðnum, verður flokkurin at síggja á atkvøðuseðilinum, tá val verður.

Danski forsetisráðharrin hevur leingi verið í iva um, hvørja støðu hann skuldi taka til Paludan-málið.

- Eg visti, at so skjótt mann letur seg provokera, fær hann ta uppmerksemi, sum hann leitar eftir, og tað er júst tað, sum er hent, sigur Lars Løkke Rasmussen.

- Tíverri vóru fólk á Nørrebro, sum ikki kláraðu at ignorera hann men í staðin gjørdu av at kasta við steinum og seta eld á gøtuna. Tað er tað, sum hevur givið honum ta uppmerksemið, sum ger at hann kann stilla upp til fólkatingsvalið. Tað er sera, sera harmiligt, sigur hann.

Her sipar hann til tað, sum hendi, tá Paludan skipaði fyri mótmælistiltaki á Nørrebro í Keypmannahavn 14. apríl.

Lars Løkke Rasmussen ætlar sær ikki at vísa Paludan nógvan ans undir komandi valstríðnum.

- Eg skal vera tann, eg eri, og eg havi tær meiningarnar, sum eg havi. Eg taki fullkomiliga frástøðu frá hansara royndum at provokera bara fyri at provokera, sigur danski forsetisráðharrin, sum leggur afturat, at hann ikki ímyndar sær, at hann fer at brúka nógva tíð uppá at kjakast við Paludan.

Eisini vísir danski forsetisráðharrin á, at har er langt ímillum at koma á atkvøðuseðilin til at verða valdur inn á ting. Hendir tað, at Stram Kurs fær sessir í fólkatinginum eftir valið, roknar Lars Løkke Rasmussen ikki við, at hann fer at samstarva við flokkin.

Higartil hevur Stram Kurs savnað inn 21.339 undirskriftir. Flokkurin skal hava 20.109 góðkendar undirskriftir fyri at kunna stilla upp.

Men sambært Altinget.dk, er alt ikki farið rætt fram.

- Tað er greitt, at Rasmus Paludan hevur snýtt við hesari innsavningini. Hann  hevur ignorerað kravið um, at tey, ið ynskja at stuðla flokkinum í at stilla upp til val, skulu hava eina viku av umhugsanartíð, eftir tey hava útleverað sína teldupostadressu, til tey vátta undirskriftina við Nemid, skrivar Altinget, sum leggur afturat, at Stram Kurs ikki er einasti flokkurin, sum hevur snýtt við innsavningini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder