Uttanlands

Lars Løkke farin úr Vinstra

Tað hevur ikki verið nøkur løtt avgerð, sigur fyrrverandi danski forsætisráðharrin og floksformaðurin, sum ætlar sær at vera verandi í fólkatinginum sum uttanflokkamaður

Lars Løkke Rasmussen (Savnsmynd)

Lars Løkke Rasmussen (Savnsmynd)

2021-01-02 09:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Lars Løkke Rasmussen, fyrrverandi forsætisráðharri og floksformaður í danska vinstraflokkinum, er farin úr flokkinum, sum hann hevur verið limur í seinastu 40 árini.

Hesum boðaði hann frá á Facebook í gjár.

Tað hevur ikki verið nøkur løtt avgerð, sigur hann, men seinastu dagarnar er hann vorðin sannførdur um, at avgerðin var tann rætta.

Her verður m.a. sipað til málið um Inger Støjberg, sum týsdagin, eftir bert eitt ár sum næstforkvinna í flokkinum, fór frá. Sambært Altinget umhugsar eisini hon sína støðu í flokkinum.

Í september í fjør gav Lars Løkke út eina sjálvsævisøgu við heitinum "Om de fleste og det meste", og í eftirmælinum á bókini, sum hann skrivaði í summar, skrivaði hann, at hann skjótt fór at taka avgerðir um sína politisku framtíð.

Tá hann seinni varð spurdur, um hann ætlaði at stovna ein nýggjan politiskan flokk, segði hann, at tað ikki var ætlanin, tí hann helt Danmark hava nóg mikið av flokkum.

Sum nú er, verður Lars Løkke uttanflokkamaður, tí hóast hann er farin úr sínum flokki, ætlar hann sær ikki at fara frá sum fólkatingsmaður, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder