Ætlanin var ikki, at danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, skuldi stilla upp aftur til fólkatingsvalið í ár.
Tað lyfti hevði hann givið føroysku konu síni, Sólrun.
Hetta stendur í eini nýggjari bók um Lars Løkke Rasmussen, sum kom út í dag. Talan er um eina samrøðubók, sum journalisturin Kirsten Jacobsen hevur skriva við støði í nøkrum samrøðum við forsætisráðharran.
Og her fortelur Lars Løkke Rasmussen, at hann hevði lovað Sólrun, at valið í 2015 skuldi verða hansara seinasta.
Men tað lyftið er brotið, tí at tað er neyðugt við ”eini tryggari hond við róðrið”.
- Eg metti tað vera neyðugt at halda áfram, tí eg hevði hesa myndina av at sjóseta skipið, síggja tað sigla og so fara íland. Men um tað ikki er ein trygg hond við róðrið, so søkkur skipið, sigur Lars Løkke Rasmussen í bókini, sum hevur heitið ”Befrielsens Øjeblik”.
Hann vísir á eitt ítøkiligt dømi, har hann metir, at stjórnin yvirlivdi bert av hansara ávum. Í november 2016 helt Lars Løkke Rasmussen sína árligu røðu á landsfundinum hjá Venstre. Tá kunngjørdi hann, at hann ætlaði at bjóða Liberal Alliance og tey konservativu við í stjórnarsamstarvið.
Hetta hendi eftir eina tíð við hørðum kjaki um kravið frá Liberal Alliance og Anders Samuelsen, floksleiðara, um at lækka toppskattin. Fyri at sleppa undan kravboðum frá stuðulsflokkinum Liberal Alliance, varð avgerð tikin um at víðka stjórnarsamstarvið og harvið varðveita eini borgarligari stjórn.
- Ongin er ómissiligur, men hetta samstarvið hevði ikki kunnað latið seg gjørt, um eg hevði hildi lyfti mítt til Sólrun, tað er mín sannføring, sigur Lars Løkke Rasmussen í bókini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald