2019-08-31 10:44
Fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen hevur tikið avgerð um at leggja frá sær sum formaður fyri Venstre.
Hesum boðar hann frá á Twitter í dag, sambært DR.
- Umráðandi at halda fast í sínari sjálvsvirðing. Kann ikki vera formaður í einum flokki, har eg sum formaður ikki sleppi at kjakast um og royna ta politisku kósina, eg havi lagt, á einum landsfundi, har eg eri valdur. Takk fyri nógv góð ár, skrivar hann.
Avgerðin er tikin, eftir ein leiðslufund hjá Vinstra í dag.
Sambært upplýsingunum hjá TV2, hevur næstformaðurin, Kristian Jensen, eisini takkað fyri seg, og sostatt skal Venstre hava heilt nýggjan formansskap.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald