Uttanlands

Lars Løkke millum best løntu leiðararnar í heiminum

Tríggir norðurlendingar eru á listanum yvir 20 teir bestu løntu landsleiðararnar í heiminum. Aksel V. Johannesen hevði ikki komið á listan

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-04-23 13:53 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

USA Today hevur gjørt ein lista yvir 20. teir best løntu leiðararnar í heiminum. Og tríggir norðurlendingar eru á listanum. 

Íslendski forsætisráðharrin, Katrin Jakobsdóttir, er nummar 17 á listanum. Sambært USA Today, fær hon 242.619 amerikanskar dollarar í løn um árið. Tað svarar til áleið 1,6 milliónir krónur. 

Stefan Löfven er beint frammanfyri Katrin Jakobsdóttir á 16. plássi. Hann fær 244.615 amerikanskar dollarar í løn um árið. Tað svarar til áleið 1,62 milliónir krónur, sum er nakað tað sama, sum Katrin Jakobsdóttir fær í løn. 

Og mest lønti norðurlendski landsleiðarin er Lars Løkke Rasmussen, forsætismálaráðharri í Danmark. Hann fær 249.77 amerikanskar dollarar í løn um árið, og tað svarar til 1,65 milliónir krónur. 

Best lønti heimsleiðarin er Lee Hsien Loong, sum er forsætisráðharri í Singapore. Hann fær 1,6 milliónir amerikanskar dollarar um árið. Tað svarar til áleið 10,6 milliónir krónur. 

Ilt er at siga, um USA Today hevur roknað lønina hjá løgmanni við. Men løgmaður hevði ikki komið á listan, um hann varð roknaður við.

Løgmaður fær beint omanfyri 76.000 krónur í løn um mánaðin. Tað verður til 912.000 krónur um árið, sum er áleið 138.000 amerikanskar dollararar. Tí er løgmaður rættiliga fitt frá tí, sum best løntu norðurlendsku starvsfelaginir hjá honum tjena. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder