Uttanlands

Lars Løkke Rasmussen sett met

Eingin danskur forsætisráðharri hevur sitið so leingi í sessinum í einum valskeiði síðan 1953

Lars Løkke Rasmussen (Savnsmynd: EPA)

Lars Løkke Rasmussen (Savnsmynd: EPA)

2019-04-26 17:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

1408 dagar.

So leingi hevur núverandi valskeiðið í Danmark varað higartil. Hetta er longsta valskeiðið síðan 1953, tá Danmark fekk tað fólkatingið, sum vit kenna í dag.

Fyri at finna næstlongsta valskeiðið, skal mann aftur til 1960ini, tá Jens Otto Krag sat í forsætisráðharrasessinum. Tá val var í 1964, hevði valskeiðið varað 1407 dagar.

Og valskeiðið heldur fram. Ger Lars Løkke Rasmussen av at útskriva val í dag, skulu í minsta lagi 20 dagar leggjast afturat til valstríð, skrivar DR.

Fólkatingsval skal í seinasta lagi vera 17. juni í ár, og verður val ikki fyrr enn tá, kemur núverandi valskeiðið at vara 1460 dagar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder