1. januar boðaði fyrrverandi danski forsætisráðharrin og floksformaðurin, Lars Løkke Rasmussen, frá, at hann fór úr Vinstra, eftir 40 ár í flokkinum, og nú ætlar hann at stovna eitt politiskt netverk.
Á nýggju heimasíðu sínari, larsloekke.dk, skrivar hann, sambært TV2, m.a. soleiðis:
– Eg eri troyttur av eini politiskari mentan, har eitt uppskot verður sæð sum vánaligt, um tað kemur frá einum poliskum mótstøðumanni. Eg eri troyttur av "perception is reality". Troyttur av fastlæstum blokkpolitikki (og ja, eg havi sjálvur verið har, men mann hevur bæði skyldu og rætt til at gerast klókari), sum forðar fyri, at óvanligar broytingar kunnu gjøgnumførast.
Tey, sum hava somu virði sum hann, vil Lars Løkke fegin hava við í nýggja netverkið, sigur hann.
Sum skilst útfrá Facebooksíðuni hjá Lars Løkke, er stórur áhugi fyri nýggja netverkinum, og hevur heimasíðan longu fingið so nógv vitjandi, at tað er trupult hjá summum at sleppa inná hana í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald