Júst sum valhølini lótu aftur í Danmark klokkan 19 føroyska tíð, kunngjørdi DR eina exitpoll kanning, sum danska kringvarpið hevur gjørt saman við Epinion.
Og kanningin sigur, at reyði blokkurin fær 85 fólkatingssessir, meðan blái blokkurin fær 73. Harímillum liggur nýggi moderati flokkurin hjá Lars Løkke Rasmussen, sum fær 17 fólkatingslimir.
17 sessir er júst nokk til at skapa bláan meiriluta, men Løkke hevur talað fyri at fáa eina stjórn tvørtur um miðjuna, so alt tykist opið, um henda kanningin vísir seg at halda.
Storu vinnararnir á valinum síggja út til – umframt Moderaterne – at gerast Danmarksdemokraterne og Liberal Alliance, sum báðir ganga fram við 12 tingsessum.
Tapararnir eru Venstre, sum gongur 19 sessir aftur, og Dansk Folkeparti, sum gongur 12 sessir aftur, og stendur til at fáa fýra fólk vald.
Gerast skal vart við, at hetta bert er ein kanning, sum byggir upp á hvat fólk siga seg hava valt eftir at tey hava verið á vali.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald