Lastbilførari fekk treytaða frádøming

Tveir bilar tiknir fyri at koyra og skjótt við tunnilsmunnan á Oyrarreingjum

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2024-03-05 07:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nakað fyri middag í gjár gjørdi løgreglan ferðslukanningar á landsvegin uttan fyri tunnilsmunnan oman fyri Oyrarreingir.

Tveir bilførarar vórðu avdúkaðir fyri at koyra alt og langt oman fyri loyvdu hámarksferðina, sum er 80 kilometrar um tíman.

Ein lastbilførari, sum fekk treytaða frádøming av førararættinum, sum merkir, at hann skal upp til nýggja koyriroynd, og ein førari á einum persónbili, sum fær eina bót fyri.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder