2019-11-01 08:16
Vakthavandi á løgregreglustøðini upplýsir, at tað var sera friðarligt í gjárkvøldið og í nátt.
Um middag í gjár fór ein stórur lastbilur útav vegnum í Skálafirði. Bilførarin varð fluttur á sjúkrahúsi, tí hann hevði ilt í beininum, men talan var ikki um nakran álvarsaman skaða. Tað er ikki heilt víst, hví lastbilurin fór útav, men tað kundi bent á, at vegjaðarin fór undan honum.
Ein bilførari varð tikin seinnapartin í gjár Suðuroynni fyri at koyra ávirkaður. Nú verður bíðað eftir blóðroyndini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald