Uttanlands

Lastbilur uttan førara koyrir í Svøríki

Loyvi er nú fingið at lata bilin, T-pod, koyra á almennum veg

2019-05-15 16:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein lastbilur uttan førara, byrjar nú at koyra vøru í einum ídnaðarøki í býnum Jönköping í landsynningspartinum av Svøríki.

Sjálvkoyrandi el-drivni lastbilurin skal í dag út á almennan veg fyri fyrstu ferð, skrivar svenska sjónvarpið, SVT.

Svenska fyritøkan Einride hevur ment lastbilin, ið verður kallaður T-pod. Bilurin skal nú flyta góðs fyri týska flutningsfelagiðDB Schenker á einum stuttum strekki í einum ídnaðarøki í Jönköping.

- Loyvið at koyra á almennum veg er eitt risastórt stig á leiðini. Tað er eitt fet móti handilsligum sjálvstýrandi tøkni á vegunum, sigur Robert Falck, stjóri í Einride. Hann hevur fyrr havt leiðandi starv hjá stóra bilaframleiðaranum Volvo.

Føraraleysi bilurin hevur síðan november verið royndur á einum avbyrgdum øki. Nú er so loyvi fingið til at koyra á almennum vegi. Tað skal tó altíð vera ein persónur í námind, sum hevur møguleika fyri at støðga bilinum, skrivar SVT.

Einride hevur eisini samráðingar við aðrar flutningsfyritøkur at brúka teirra tøkni, teirra milum týsku handilsketuna Lidl og Svenska Retursystem. Eisini er samband við lastbilaframleiðarar um samstarv.

- Vit eru ein fyritøka, sum stendur fyri ritbúnaði og rakstri. Tí hevur tað týdning fyri okkum, at vit fáa samstarv í lag við eina fyritøku, sum framleiðir bilar, sigur stjórin í Einride. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder