Innanlands

Lastbilurin var ov tungur

Koyrdi við fýra tonsum ov nógvum í lastini

2025-05-05 08:45 Author image
Ingi Samuelsen

Ein lastbilførari skal rokna við at fáa eina bót og møguliga fáa tikið koyrikortið fyri at koyra við ov nógvari vekt í lastini.

Tað var um 14 tíðina í gjár, at ein lastbilur varð støðgaður nærhendis Hvítanes við illgruna at koyra við alt ov stórari mongd av skervi í lastini.

Lastbilurin varð biðin um at koyra oman til Akstovuna, har møguleiki er at viga bilin. Tað vísti seg, at har vóru fýra tons meira í bilinum, enn hann hevur loyvi til, upplýsir vaktleiðarin á politistøðini.

Í Suðuroy var í gjár boðað frá, at ein óskrásettur skutari var stolin úr einum bilhúsi. Skutarin varð funnin nakað seinni. Hann lá tveittur við vegjaðaran við omankoyringina til Porkeris.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald