Hósdagin lat ein franskur ferðamaður lív á thailendsku oynni Koh Samui, tá hann royndi at taka eina selfie á einum kletti.
Talan var um ein 33 ára gamlan mann, sum ignoreraði eitt ávaringarskelti og leyp uppum eina girðing, sum skuldi forða fólki í at fara ov langt út. Tá hann gjørdi seg kláran at taka eina selfie, gleið hann útav og datt 220 metrar niður.
Maðurin rakti fleiri hvassar steinar, áðrenn hann endaði í vatninum undir klettinum.
Sambært B.T. tók tað tríggjar tímar hjá bjargingarfólkum at fara eftir líkinum, av tí at klettarnir vóru so hálir.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at ferðafólk hava latið lív har av somu orsøk.
Í juli royndi eitt spanskt ferðafólk eisini at taka eina selfie á sama staði sum franski ferðamaðurin, og slapp viðkomandi heldur ikki livandi frá tí.
Sambært CNN lótu í minsta lagi 259 fólk lív í árunum 2011 - 2017, tá tey royndu at taka eina selfie. Tey flestu av hendingunum fóru fram í India, og vóru meginparturin av teimum, sum lótu lív, undir 30 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald