Uttanlands

Lat seg koppseta upp móti 90 ferðir

Ein maður í Týsklandi er skuldsettur fyri m.a. skjalafalsan eftir at hann hevur latið seg koppseta fyri koronu nógv fleiri ferðir enn mælt verður til fyri at kunna selja koppsetingarkortini víðari

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-04-04 19:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein 60 ára gamal týskur maður skal eitast at hava latið seg koppseta fyri koronu einar 90 ferðir. Hetta, so hann kann selja følsk koppsetingarkort við til fólk, sum ikki tíma at lata seg koppseta.

Tað skrivar tíðindastovan AP.

Maðurin, sum eru úr eysturtýska býnum Magdeburg sigst at hava latið seg koppseta nógvar ferðir yvir fleiri mánaðir á ymiskum koppsetingarmiðstøðum, inntil løgreglan tók hann herfyri, tá hann kom aftur á sama koppsetingarstað tveir dagar á rað.

Maðurin varð ikki afturhildin, men málið verður kannað sum óheimilað útflýggjan av koppsetingarkortum og skjalafalsan.

Maðurin er vorðin koppsettur við fleiri ymiskum koppingarevnum, og er ógreitt, hvussu heilsustøða hansara er í løtuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder