Innanlands

Lata dyrnar upp á Serbreytini á Miðnámi á Kambsdali

Eitt høvi hjá komandi næmingum, foreldrum ella avvarðandi og eitt nú starvsfólkum innan serøkið at kunna seg nærri um skúlatilboðið

2022-02-27 21:12 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mikukvøldið verður opið hús á serbreytini á Miðnámi á Kambsdali.

Tiltakið, sum er klokkan 19, er eitt høvi hjá komandi næmingum, foreldrum ella avvarðandi og eitt nú starvsfólkum innan serøkið at kunna seg nærri um skúlatilboðið og tey ivamál, sum kunnu stinga seg upp, tá um framtíðarætlanir ræður.

Á skránni er millum annað framløga um serbreytina við nógvum myndum, sum lýsa virksemið, eins og verkstovur og ymisk kunning.  

Høvi verður at hyggja seg um á skúlanum, at hitta starvsfólk á breytini og fáa vegleiðing.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder