Uttanlands

Lata F-16 flogfør til Ukraina

Danmark og Holland hava tikið avgerð um at lata stríðsflogfør til Ukraina

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-08-20 19:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ukrainski herurin fær nú enn meira hjálp frá vesturheiminum. Danmark og Holland hava í dag boðað frá, at lata F-16 stríðsflogfør til Ukraina.

Tað skrivar danska verjumálaráðið í tíðindaskrivi.

Danmark letur 19 flogfør, og wnn we ikki greitt hvussu nógv Hollandl letur. Danska verjan eigur umleið 40 flogfør av slagnum F-16, og umleið 30 eru í brúk. Holland hevur 42 F-16 flogfør tøk.

Ukrainsku forsetahjýnini komu til Danmarkar í dag, og vitja í tvey samdøgur. Teyu vitja millum annað kongshúsið og fólkatingið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder