Innanlands

Lata havnina á Oyrareingum uppaftur

Fyri at finna fram til eitt markvirði fyru ljóðdálking er neyðugt, at vanligt virksemi er á havnarløgunum

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2021-07-09 15:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú farið er undir at gera eina standardreglugerð fyri kommunalar havnir, verður aftur loyvt at umskipa fisk og aðra frakt á havnini á Oyrareingjum, sigur Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.

Fram til 1. november 2021 skulu ljóðmátingar gerast á havnarløgunum í kommununi og fyri at finna fram til eitt markvirði fyri ljóðdálking er neyðugt, at vanligt virksemi er á havnarløgunum.

Í royndartíðini fram til 1. november verða ljóðmátingar gjørdar við skipini, ið liggja við bryggju, í nærumhvørvinum og í privatum heimum til tess at staðfesta, hvussu nógvan gang, skipini halda.

Við støði í hesum mátingum verða markvirðini ásett, og skip, ið ikki halda ásettu markvirðini, fáa boð um at fáa viðurskiftini í rættlag. Ber ikki til at halda ásettu markvirðini, skulu havnirnar nokta at taka ímóti skipunum.

Havnin varð annars stongd 14. mai. Hetta var gjørt eftir at borgarar á Signabø og Oyrareingjum høvdu gjørt vart við larm og ampa frá skipunum.

- Avgerðin um at steingja havnina skuldi standa við, til landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Helgi Abrahamsen, hevði sett í gildi nýggja kunngerð um larm á havnaøkjum kring landið, sigur kommunan.

- Nú er ætlanin um at seta í gildi slíka kunngerð slept, og í staðin er avtalað, at kommunurnar skulu gera eina standard reglugerð, ið ásetur markvirði fyri larm frá skipum og virksemi á havnarløgunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder