Skúlar í Filipsoyggjunum lata ikki upp aftur, fyrr enn eitt koppingarevni móti korona er klárt, sigur Rodrigo Duterte, forseti.
Í árligu røðu sínari fyri tjóðini, segði hann, at afturlatingin av teirra samfelagið var tann longsta og strangasta í øllum heiminum, og politikkurin hjá hansara stjórn hevði syrgt fyri, at tey høvdu tamarhald á smittuni.
1. juni linkaði landið nøkur av tiltøkunum, sum vóru sett í verk, men talið á smittaðum er síðani fjórfaldað. Fleiri vilja vera við, at stjórnin var ov sein at gera smittusporing, tí tey framdu ov fáar kanningar, nakað sum forsetin eisini ásannaði í røðu sínari.
Rodrigo Duterte sigur, sambært Ritzau, at hann í farnu viku heitti á kinesiska forsetan, Xi Jinping, um at geva Filipsoyggjunum høga raðfesting, tá tað eydnast teimum í Beijing at menna eitt koppingarevni móti korona.
Sambært Worldometers.info hava Filipsoyggjarnar skrásett 82.040 smittutilburðir og 1.945 andlát.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald