Innanlands

Lata koppsettum dønum 1.000 einvegis ferðaseðlar til Føroya

Nýtt átak hjá Visit Faroe Islands skal hjálpa ferðavinnuni at fóta sær

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-03-31 11:56 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Frá 1. apríl kunnu fólk, ið eru liðug koppsett, ferðast til Føroyar uttan at fara í seks daga sóttarhald. Í tí sambandi bjóðar Visit Faroe Islands túsund ókeypis einvegis ferðaseðlar til danir, ið hava fingið seinna koppsetingarprikið.

Einvegis ferðaseðlarnir, ið Smyril Line og Atlantic Airways lata, verða latnir til tey fyrstu 1.000, ið skráseta seg - treytað av, at tey prógva, at tey eru koppsett.

- Við hesum átakinum vilja vit veita ferðavinnuni, ið hevur verið sera hart rakt seinasta árið, eina hjálpandi hond,” sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.

- Nú krøvini fyri, hvør kann vitja uttan at fara í sóttarhald, verða broytt, er hetta eitt gylt høvi at bjóða koppsettum dønum til Føroyar. Gestir úr Danmark umboða næstan helvtina av øllum okkara ferðafólkum, og eru tey einastu, ið kunnu vitja okkum í løtuni.

Átakið er gjørt í samráð við heilsumyndugleikar.

- Tað er av alstórum týdningin fyri okkum, at vit við hesum átakinum ikki seta heilsuna hjá føroyingum í vanda,” sigur Guðrið Højgaard. “Tí hava vit ráðført okkum við heilsumyndugleikar, ið hava tryggjað okkum, at tað er sera lítil sannlíkindi fyri, at koppsett smitta onnur, og at tað er ráðiligt at seta eitt slíkt átak í gongd.

Hóast fólk eru koppsett, sleppa tey kortini ikki undan at taka eina korona kanning við komu til landið, og skulu framvegis í sóttarhald inntil úrslitið av kanningini er tøkt. Tey, ið ikki eru koppsett, skulu framvegis í seks daga sóttarhald og kannast á sætta degi.

Átakið, ið Visit Faroe Islands hevur tikið stig til, er gjørt saman við Atlantic Airways, Smyril Line og Vága Floghavn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder