Innanlands

Lata lítla grind fara

Talan er um einar fýra ella fimm hvalir, og tað lata vit fara, sigur Jaspur Vang, sýslumaður, um hvalirnar sum grindast á Hvalbiarfirði

(Mynd: Claus Olsen)

(Mynd: Claus Olsen)

2021-05-24 16:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Teir fýra ella fimm hvalirnir sum liggja og grindast í Hvalbiarfirði fáa frið. Tað hevur Jaspur Vang, sýslumaður saman við grindaformonnunum í økinum givið boð um.

- Tað loysir seg ikki at fara út eftir so fáum hvalum, so teir fáa frið, sigur sýslumaðurin.

Hvalirnir lógu út fyri Sandvík í gjár, og í dag eru teir í Hvalbarfirði, upplýsir Jaspur Vang.

Tað er ikki langt síðani stór grind var í Suðuroynni. Tað var í juli í fjør, tá 252 grindahvalir og 35 springarar løgdu beinini í Hvalba. Grindin var skift til øll í oynni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder