
- Við ongum smittaðum í løtuni og útlitunum fyri, at fleiri og fleiri verða koppsett, er grundarlag fyri at gera nakrar tillagingar. Seinni í komandi viku fara vit at kunna um ætlaðu broytingarnar, sigur løgmaður í fráboðan í dag, nú seinasti positivi persónurin við korona er staðfestur frískur.
- Vit hava stórt sæð livað frítt og frælst í Føroyum, men kortini eru nakrar fáar avmarkingar eftir. Vit í landsstýrinum hyggja í løtuni eftir, hvørji stig eiga at verða tikin komandi mánaðirnar í mun til galdandi tilmæli, sigur løgmaður.
Hann leggur kortini dent á, at um vit vilja varðveita góðu støðuna, mugu vit framhaldandi ansa eftir. Við útlitum fyri, at flest øll verða koppsett um tríggjar mánaðir, snýr tað seg um at halda fram við at taka neyðug fyrivarni, heldur løgmaður.
Men hann fegnast stórliga um frálíku tíðindini í morgun, og sigur, at vit í Føroyum hava gjørt nógv rætt.
- Ein styrki hevur verið, at vit hava hildið fast um somu ætlan við at kanna, spora og avbyrgja. Gaman í hava vit ikki verið samd í øllum lutum, men hvørja ferð smittuhóttanin er vaksin, hava vit øll drigið eina línu og steðgað smittuni, sigur løgmaður.
Hetta er fyrstu ferð síðani í summar, at Føroyar eru koronafríar aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald