Mentan

Lata stovurnar upp fyri Suðurljóði

18 stovukonsertir í Trongisvági verða 4. apríl

Frá Suðurljóð í fjør. Her er tað Deiggj, ið framførir (Mynd: Suðurljóð á Facebook)

Frá Suðurljóð í fjør. Her er tað Deiggj, ið framførir (Mynd: Suðurljóð á Facebook)

2020-02-18 10:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin 4. apríl lata trongisvingar dyrnar upp heima hjá sær sjálvum í sambandi við tónleikatiltakið Suðurljóð. Tiltakið fór av bakkastokki í fjør fyri fyrstu ferð, og eydnaðist avbera væl.

Suðurljóð er eitt tiltak, har smærri bólkar og einstaklingar fara at hava tónleikaframførslur heima hjá privatfólki í hugnaliga býlinginum uppi í Fornarætt í Trongisvági. 

Tvørafólk og suðuroyingar sum heild eru kendir fyri sítt gestablíða og skemtingarsama lyndi, og saman við góðum tónleiki verður hetta eitt gott høvi at uppliva Tvøroyri frá síni bestu síðu. 

Umleið 18 stovukonsertir verða hildnar í níggju ymsum stovum frá klokkan 19:30 til klokkan 23:30, og atgongumerki, og atgongumerkjasølan er farin í gongd, men enn eru luttakandi nøvnini ikki kunngjørd.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder