Mikudagin letur nýggj snotilig matstova upp á triðju hædd í stóra bygninginum hjá Havnar Klubba.
Navnið er Geisa, og matstovan bjóðar rúgvismikið sjálvtøkuborð við átta til tíggju sløgum av kjøti umframt salat, suppu, og øðrum leskiligum.
Geisa er ætlað vaksnum fólki, sum vilja njóta ein góðan bita í sera hugnaligum og nútímans umstøðum fyri ein lagaligan penga.
Tað eru fólk við drúgvum royndum í matstovuvinnuni, sum standa aftanfyri. Umframt Pætur Skeel Nolsøe, sum er matstovuleiðari eru eisini Rúni Djurhuus, Tóki Skeel Nolsøe og eigararnir av Pizza 67.
Geisa merkir login av eldi. Orsøkin til navnið er, at grillað kjøt verður snúvningsdepilin á matarlepanum.
Seinastu dagarnar hava royndarkvøld verið, og tað hevur sum skilst gingið sera væl, og nú er klárt at lata upp. Matstovan letur dyrnar upp mikudagin, og hevur opið frá klokkan 17 um dagarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald