Ísrael fer at loyva, at neyðhjálp, sum í fleiri dagar hevur ligið strandað egyptisku megin markið, nú sleppur inn í Gazageiran.
Amerikanski forsetin, Joe Biden, boðaði í dag frá, at hann hevur biðið ísraelsku stjórnina um at loyva neyðhjálpini, og at treytirnar nú eru góðkendar.
- Í dag bað eg stjórnina í Ísrael um at loyva, at lívbjargandi hjálp verður latin teimum sivilu í Gaza, sigur Joe Biden.
Treytirnar frá Ísrael err, sambært Biden, at hjálpin verður latin sivilum, og ikki kemur í hendurnar hjá Hamas. Talan verður um at loyva neyðhjálpini inn í økið gjøgnum markaliðið til Sinaihálvoynna í Egyptalandi.
Sambært Reuters hevur skrivstovan hjá ísraelska forsætisráðharranum váttað, at hon ikki fer at forða fyri, at Egyptaland letur mat, vatn og heilivág til sivil í sunnara parti av Gaza.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald