Uttanlands

Latínamerikansk lond ávara borgarum móti at fara til USA

USA er vandamikið fyri latínamerikanarar í løtuni

Frá minningarhaldi fyri teimum dripnu í El Paso (Mynd: EPA)

Frá minningarhaldi fyri teimum dripnu í El Paso (Mynd: EPA)

2019-08-06 09:38 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Myndugleikarnir í Uruguai og Venesuela ávara nú sínar borgarar móti at ferðast til USA. Hetta hendir eftir skottilburðirnar, sum vóru í USA um vikuskiftið, og sum kostaðu 31 fólkum lívið.

Nógv bendir á, at álopið í Texas var vent móti latínamerikanarum. Her doyðu 22 fólk.

Íeini leiðbeining hjá uttanríkisráðnum í Uruguai verður sagt, at ein eigur at lata vera við at vitja býirnar Detroit, Baltimore og Albuquerque. Hesir býir verða, sambært blaðnum Ceoworld, mettir at vera millum teir 20 vandamiklastu býirnar í heiminum, skrivar Reuters.

Ferðandi verða biðin um at vera ansin á ferð í USA, serliga fyri "tilvildarligum harðskapi og hatursbrotsverkum, herundir rasismu, sum hevur kostað 250 mannalív teir fyrstu sjey mánaðirnar í ár".

Uttanríkisráðið í Venesuela heitir á sínar borgarar um at bíða við at fara til USA orsaka av "harðskapi og tilvildarligum hatursbrotsverkum", skrivar AP.

Út frá nøvnunum kann staðfestast, at tey flestu av teimum 22, ið vórðu skotin til deyðis í El Paso í Texas leygardagin, høvdu latínamerikansk nøvn.

21 ára gamli maðurin, sum sjeyt, hevði lagt ein tekst út á eina heimasíðu, sum av løgregluni verður mett at vera eitt manifest. Her kallar hann latínamerikansku tilflytingina til USA fyri eina innrás. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder