Fríggjadagin segði russiski uttanríkismálaráðharrin, Sergej Lavrov í samrøðu við kinesisku tíðindastovuna Xinhua, at vesturheimurin skal steðga við at senda vápn og lóður til Ukraina, um tey ynskja ein enda á krígnum.
Eisini segði hann, at eitt krav í friðarsamráðingunum átti at verið, at vesturheimurin skal strika tey revsitiltøkini, sum eru sett í verk móti Russlandi.
– Tað er avnasifisering, viðurkenning av nýggja geopolitiska veruleikanum, ein strikan av revsitiltøkunum, støðan hjá russiska málinum og annað, sum eigur at vera á skránni, sigur Lavrov.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald