Við at stuðla Ukraina er vesturheimurin farin beinleiðis í kríggj móti Russlandi.
Tað sigur russiski uttanríkismálaráðharrin, Sergej Lavrov.
– Tit kunnu kalla tað tað, tit vilja, men tey stríðast beinleiðis ímóti okkum. Tað kalla vit eitt hybridkríggj, men tað broytir einki segði hann á tíðindafundi í New York í gjár, eftir at hann hevði hildið røðu á árliga aðalfundinum hjá ST.
Í røðu sínari segði hann m.a., at hvørki friðarætlanin hjá Ukraina ella uppskotið hjá ST um nýggja kornavtalu kundi brúkast.
Friðarætlanin inniber m.a., at Russland skal taka øll síni herfólk úr Ukraina, at Ukraina fær hertiknu økini aftur, og at Ukraina aftur skal sleppa at útflyta korn. Men tann ætlanin er yvirhøvur ikki møgulig, sigur Lavrov sambært Ritzau.
– Tað er ikki møguligt at seta hetta í verk. Tað er ikki realistiskt, og tað skilja øll. Men samstundis siga tey, at hetta er einasta útgangsstøði fyri samráðingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald