Við at lata stóran hernaðarstuðul til Ukraina er Danmark við til at herða stríðið millum Ukraina og Russland, og tað noyðir Russland at seta hóskandi tiltøk í verk fyri at tryggja landið, harímillum tiltøk av hernaðarligum og tøkniligum slag.
Tað sigur russiski uttanríkismálaráðharrin, Sergej Lavrov við russiskar miðlar.
Øll vápn, sum vesturheimurin letur ukrainum umboðað lóglig mál og verða oyðiløgd av russiska herinum, sigur Lavrov.
Danmark hevur latið nógvan stuðul til Ukraina, síðan kríggið millum Russland og Ukraina byrjaði í februar 2022. M.a. hevur Danmark lovað ukrainum 19 F-16 flogfør, sum tey hava loyvi at brúka í Russlandi.
Sambært russiska uttanríkismálaráðharranum er Danmark ein av størstu vápnagevarunum hjá Ukraina, og er Danmark eisini við til at venja ukrainsk herfólk.
Danski uttanríkismálaráðharrin, Lars Løkke Rasmussen sigur, at tað er ikki fyrstu ferð, at russiski uttanríkismálaráðharrin kemur við slíkari hóttan, og at Danmark fer at halda fram at stuðla Ukraina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald