Mentan

Lea Kampmann á stóran showcase-festival í Evropa

Nú er staðfest, at føroyska tónlistakvinnan fer til ársins Reeperbahn Festival í Hamborg – ein festivalur, sum er kendur fyri at vera ein av størstu og týdningarmestu pallunum, har altjóða tónleikaídnaðurin kunnar seg um nýggjan tónleik.

2026-09-01 12:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í septembur savnast fleiri túsund umboð úr altjóða tónleikaídnaðinum í Hamborg, tá Reeperbahn Festivalurin yvirtekur klubbar, konsertstøð og aðrar pallar í býarpartinum St. Pauli.

Festivalurin samskipar hundraðtals konsertir við eina umfatandi ráðstevnu um tónleik og verður mettur sum ein av týdningarmestu showcase-pallunum fyri tónlistafólk við altjóða ambisjónum. Fyri Leu Kampmann verður konsertin ein møguleiki at presentera tónleikin hjá sær bæði fyri altjóða áskoðarum og fyri avgerandi aktørum í tónleikaídnaðinum úr øllum heiminum.

- Reeperbahn er ein av teimum festivalunum, sum vit raðfesta høgt, tí ein sera stórur partur av evropeiska tónleikaídnaðinum er savnaður á einum stað. Lea hevur sín heilt egna, serstaka tónleikastíl, sum fólkini handan festivalin sjálvi halda hevur stórar møguleikar eisini uttan fyri Føroyar, og hetta er ein sera góður pallur at gera fólk kring heimin varug við tónleikin hjá Leu, sigur Glenn Larsen, leiðari av Faroe Music Export (FMX).

Týskland er ein av størstu tónleikamarknaðunum í Evropa og eitt øki, ið Faroe Music Export raðfestir. Reeperbahn Festivalurin er um somu tíð ein miðstøð, har plátufeløg, bookingfyritøkur, management, festivalar, miðlar og aðrir aktørar innan altjóða tónleikaídnaðin koma saman.

- Tað áhugaverda við showcase-festivalum sum Reeperbahn er, at ein konsert kann skapa sera nógv nýggj sambond. Málið er ikki bara sjálv konsertin í Hamborg, men at hon skal kunna lata dyr upp til aðrar festivalar, til nýggjar samstarvspartar og nýggjar marknaðir osfr. Vit gleða okkum sera nógv til at fylgja Leu í hesum sambandi, sigur Larsen, sum sjálvur fer at vera til staðar undir festivalinum fyri at arbeiða við at knýta sambond millum viðkomandi fólk í altjóða tónleikaídnaðinum og Leu Kampmann og onnur føroysk tónlistafólk.

Lea Kampmann gleðir seg eisini til konsertina og til møguleikan, hon hevur fingið:

- Eg gleði meg til at koma aftur til Týsklands at spæla. Eg havi júst spælt á Norden Festival í Slesvig, og har var ein áhoyraraskari, sum vísti tónleikinum hjá mær nógv uppmerksemi og keypti nógv. So eg gleði meg og vóni at koma nógv oftari til Týsklands og til Evropa yvirhøvur at spæla.

Reeperbahn Festivalurin fer fram í Hamborg í Týsklandi 16. til 19. septembur.

Tíðindaskriv frá Faroe Music Export, FMX


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder