Mentan

Lea Kampmann útgávukonsert í Norðurlandahúsinum 21. september

Songkvinnan og sangskrivarin framførir á Fiskastykkinum í Sandavági kvøldið fyri og í Vestmanna 19. september. Lea hevur ikki givið út á føroyskum áður - Løgini eru skrivaði saman við Teiti Lassen

At tora at lata múrarnar, eg hevði bygt kring meg fella, og at tora at vera eg, á málinum, eg segði, eg elski teg á fyrstu ferð (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

At tora at lata múrarnar, eg hevði bygt kring meg fella, og at tora at vera eg, á málinum, eg segði, eg elski teg á fyrstu ferð (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-09-05 20:14 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tann 13. september gevur Lea Kampmann út fyrstu útgávu sína á føroyskum: Seinferð.

Í hesum sambandi fer Lea at hava útgávukonsert í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 21. september. Um útgávuna sigur Lea sjálv soleiðis:

- Tað var nakrar dagar fyri jólaaftan í 2022. Kavin lá sum ein tung dýna yvir
Hoydalar. Teitur og eg sótu í upptøkuhølinum, í Hjallinum á gamla Sanatoriinum, og hugdu út á kavaflykrurnar, sum løgdu seg á sprossar, tøk og greinar kring okkum. Eg var sjúkrameldað við strongd frá konservatoriinum í Keypmannahavn, og eg var svimbul og pøst allatíðina, eisini tá eg lá í songini.

- Men hendan desemberdagin settu Teitur og eg okkum fyri at skapa eina útgávu, ið var ein uppreistur ímóti tí skjótleikanum, sum ræður í dag. Ein innari uppreistur móti at halda, at ein skal renna eins skjótt sum hini, hóast tað ikki kennist rætt. Eg visti, at tað einasta, sum fór at gera meg fríska, var at loyva mær sjálvari at liva, skriva og syngja í seinferð. At tora at lata múrarnar, eg hevði bygt kring meg fella, og at tora at vera eg, á málinum, eg segði, eg elski teg á fyrstu ferð.

[object Object]

[object Object]Teitur Lassen og Lea Kammpmann hava arbeitt saman um útgávuna

Flestu løgini á útgávuni snúgva seg um kærleika. Um mistan kærleika, vaksandi kærleika og minnir um ein kærleika, ið einaferð var. Løgini eru skrivaði saman við Teiti Lassen, ið eisini hevur framleitt útgávuna.

- Alt á útgávuni er spælt og sungið teskandi á akustiskar gittarar, strúkarar og træblásarar. At innspæla og at skapa hesa útgávuna, var sum at liggja inni í einum sponskum gittara, langt vekk frá skermum og larmi.

Á útgávukonsertini bjóðar Lea tónleikarunum Saru, Lukasi og Aske - bólki sínum - við heim til Føroya at spæla við sær. Eisini bjóðar Lea einari strúkaratrio við á pall. Lea tekur pallsetingina hjá pallstjóranum, Ellen Ahnefeldt, við heim at prýða pallin í  Norðurlandahúsinum.

Afturat útgávukonsertini í Norðurlandahúsinum, spælur Lea Kampmann við bólki tvær aðrar konsertir. Hesar verða í Vestmanna kirkja hóskvøldið 19. september, á  Fiskastykkinum Úti á Gjógv fríggjakvøldið 20. september. Báðar byrja klokkan 20 - eins og útgávukonsertin í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 21. september klokkan 20

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder