Mentan

Lea Kampmann við kærleikslagi

Tónlistakvinnan, Lea Kampmann, hevur givið út staklagið, Pappírstunn

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-03-29 14:49 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Lagið Pappírstunn er annað staklagið av komandi føroysku útgávuni hjá Leu Kampmann. Útgávan hevur heitið, Seinferð og verður tøk í september.

Staklagið "Pappírstunn", sum Lea hevur givið út, og komandi útgávan er skrivað í  samstarv við tónleikaranum, Teiti Lassen, ið eisini hevur framleitt útgávuna.

- Lagið er eitt kærleikslag, ið snýr seg um at hitta eitt menniskja, ið kennist sum heim. Eitt menniskja, sum sær ein, júst sum ein er - eins húðin var úr pappíri. Hóast óttin er til staðar, at tora at loyva dirvinum at vísa vegin, og at tora at leggja sítt hjarta í hendurnar á einum øðrum persóni, sigur Lea Kampmann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder