15. mai gav føroyska sangkvinnan Lea Kampmann út nýtt staklag við heitinum "Higher", og í gjár kom so sjónbandalagið, ið hoyrir til.
– Higher er ein ærlig lýsing av óttanum, sum eg upplivdi, tá eg fyrstu ferð var í einum parlagi, sum vardi leingi. At koma so tætt upp á ein, at læra ein so væl at kenna og at lata ein annan síggja allar síður av mær, gjørdi meg ótrúliga sárbæra, og bangna fyri at missa. Ein ótti, sum vaks, tá eg gav honum nógv ans. Higher sigur søguna um óttan sum vaksur og vaksur. Um óttan, sum er torførur at steðga aftur, sigur Lea Kampmann sambært heimasíðuni bandsoftomorrow.com.
Sjónbandið, ið er framleitt av Heiðriki á Heygum, sæst omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald