Summar Festivalurin kann nú kunngera, at Lea Kampmann og Hans Andrias spæla á ársins festivali.
Lea Kampmann er millum ungu og evnaríku tónleikararnar í landinum. Hon skrivar og syngur sveimandi popptónleik, sum við sterkum orðum fær fatur á áhoyrarunum. Lea gav í 2017 út sangin »Water«, og nakað seinni kom EP útgávan »Common Blue«, sum er nógv róst. Lea hevur longu vunnið FMA heiðursløn og fer at framføra við bólki sínum á Summar Festivalinum í ár.
Hans Andrias er sangskrivari og tónleikari, sum seinastu sjey árini hevur verið sjónligur partur av føroyska tónleikaheiminum. Hann legði fyri við útgávuni av sanginum »Don’t Wanna Burn«, og tað var góð byrjan. Í 2016 gav hann út fløguna »Vision«, sum fekk sera góð ummæli. Hans Andrias hevur hesi árini spælt nógv kring landið og alt meira í útlandinum eisini. Hann hevur vunnið fleiri heiðurslønir fyri sín tónleik.
Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 8. til 10. august.
Lea Kampmann
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald