Mentan

Legat til føroyingar í nýggjari útbúgving

BankNordik stuðlar næmingum í nýggja norðuratlantiska studentaflokkinum, sum byrjar í summar

2019-02-06 17:19 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í august byrjar ein nýggjur studentaflokkur fyri ung í Norðuratlantshavi. Næmingar í norðuratlantiska studentaflokkinum fara komandi trý árini at nema sær studentsútbúgving í Føroyum, Danmark, Íslandi og Grønlandi.

Tey lesandi fara í hesum sambandi at hava útreiðslur til kost, bústað og ferðing millum tey fýra londini.

Í hesum sambandi veitir BankNordik einum føroyskum lesandi í norðuratlantsflokkinum eitt legat á til samans 150.000 krónur – 50.000 krónur um árið í tey trý árini, útbúgvingin varar.

- Vit stuðla norðuratlantiska studentaflokkinum til tess at geva føroyskum ungdómi møguleikan at nema sær hesa fjølbroyttu og øðrvísi studentsútbúgving, sum samstundis loyvir teimum at ferðast og uppliva londini í Norðuratlantshavi. Tað er umráðandi, at vit í Føroyum hava ein ungdóm, sum framhaldandi mennist bæði fakliga og mentanarliga, og hesi menning ynskja vit at vera ein partur av. Tí eru vit fegin um at kunna stuðla einum føroyskum lesandi í at uppliva áhugaverda samstarvið millum studentaskúlar í Norðuratlantshavi, og vónandi kann hetta vera við til at víðka sjónarringin hjá føroyskum ungdómi”, sigur Anja Rein, deildarstjóri í BankNordik.

Til ber at søkja legatið frá BankNordik við at viðfesta legatumsóknina, tá ið umsóknin til útbúgvingina verður send.

- Við norðuratlantiska studentaflokkinum royna vit nakað nýtt og spennandi, ið fer at styrkja norðuratlantiska samstarvið og geva næmingunum serligar náttúruvísindaligar og mentanarligar førleikar. Næmingar skulu sjálvir rinda fyri vistarhald og ferðing. Tí er vit sera fegin um legatið frá BankNordik”, sigur Páll Isholm, rektari á Miðnámi á Kambsdali.

Kunnað verður um møguleikarnar at søkja legatið tá skúlin hevur opið hús í kvøld 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder