Í nátt hevur løgreglan havt tveir gestir liggjandi á støðini.
Tann fyrri - eitt útlendsk ferðafólk - varð handtikin í Vágum í gjárkvøldið, stutt eftir, at hann var komin til landið.
Viðkomandi varð afturhildin av tollarunum á flogvøllinum, tí hann hevði ov nógva tollfría vøru við sær. Hann bleiv illur og legði á tollararnar og fór síðani av stað. Løgreglan, sum var á veg út á flogvøllin at handtaka hann, fann hann tó aftur í einum hýruvogni. Hann varð handtikin og tikin við á støðina, og har liggur hann enn, upplýsti vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.
Hann verður framstillaður einaferð í dag, og helst verður hann útvístur.
Klokkan fýra í nátt varð enn ein persónur handtikin. Viðkomandi var blivin harðligur í býnum, so hann varð tikin við á støðina at sova. Hann verður skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar.
Løgreglan upplýsir, at náttin annars hevur verið friðarlig, hóast nógv fólk hava verið í býnum. Løgreglan hevur hjálpt tveimum avdotnum persónum í miðbýnum í Havn, og eisini eru ferðslukanningar gjørdar kring landið, men einki mál varð skrivað. Tveir bilførar fingu átalu fyri lyktafeilir, men annars var einki at finnast at.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald