Uttanlands

Legði ætlanir um stórt álop á jødar í New York

Ein 20 ára gamal maður av pakistanskum uppruna varð handtikin í Kanada, tá hann royndi at ferðast til USA – Hann kann fáa upp í 20 ára fongsul

Amerikanski løgmálaráðharrin, Merrick Garland (Mynd: EPA)

Amerikanski løgmálaráðharrin, Merrick Garland (Mynd: EPA)

2024-09-08 15:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein 20 ára gamal pakistanskur maður er handtikin og skuldsettur fyri vegna Islamiskum Stati at leggja til rættis eitt yvirgangsálop móti einum jødiskum býlingshúsi í býarpartinum Brooklyn í New York.

Maðurin er bústandi í Kanada. Hann varð steðgaður, tá hann royndi at ferðast úr Kanada til USA, har hann ætlaði at brúka sjálvvirkandi og hálvsjálvvirkandi vápn at skjóta og drepa so nógvar jødar sum gjørligt, sigur amerikanski løgmálaráðharrin, Merrick Garland.

Sambært ákærunum segði maðurin við tvey løgreglufólk, sum arbeiddu loyniligt, at hann hevði ætlanir um at savna stuðlar hjá Islamiskum Stati at fremja álopið.

Hann bað tey útvega sær vápn, lóður og aðrar lutir til álopið, og eisini skuldi hann hava nevnt ávís støð, sum hann ætlaði at leypa á. Hann valdi New York, tí at býurin hevði størsta talið á jødum í USA, skrivar Ritzau.

Maðurin varð handtikin í býnum Ormstown í Quebec í Kanada mikudagin, og hann skal fyri rættin 13. september. Hann kann fáa upp í 20 ára fongsul.

Síðan kríggið millum Ísrael og Hamas byrjaði í oktober í fjør, hevur talið á álopum á jødar og muslimar verið vaksandi í Norðuramerika.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder