Innanlands

Legði krans á gravirnar hjá bretsku hermonnunum

Skotski ráðharrin, Iain Stewart, er á vitjan í Føroyum, og í gjár mintist hann saman við øðrum bretsku hermenninar, sum liggja grivnir í kirkjugarðinum við Velbastaðvegnum

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-05-26 18:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Skotski ráðharrin Iain Stewart umboðar “Parliamentary Under Secretary of State in the Scotland Office” í bretsku stjórnini. Saman við honum eru 7 politiskir ráðgevar, miðlaráðgevar, skrivarar og umboð fyri bretsku ambassaduna í Keypmannahavn á vitjan í Føroyum.

Nú skotski ráðharrin er á vitjan saman við øðrum í Føroyum, var ein av uppgávunum at leggja ein krans á gravirnar hjá teimum bretsku hermonnunum í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin.

Til staðar vóru eisini Thomas H. Dam, bretskur konsul í Føroyum. Bogi Jacobsen, tekniskur stjóri, umboðaði Tórshavnar kommunu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder