Mentan

Legendskvøld við Fríðbjørg

Kendi sangarin úr Skopun verður at hoyra í Spaniastovu í næstu viku

Fríðbjørg Jensen (Foto: Finnur Justinussen)

Fríðbjørg Jensen (Foto: Finnur Justinussen)

2019-02-20 07:54 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hóast hon  hevur búð meginpartin av sínum lívið heima á Sandi, er hon fødd og uppvaksin í Skopun. Talan er um kendu songkvinnuna, Fríðbjørg Jensen.

Mikukvøldið 27. februar fer hon at sita í stólinum í Spaniastovu og tosa við Rudolf. Aftaná fer hon at syngja saman við Rana Nolsøe Band.

Sum smágenta byrjaði  hon at syngja í kjallaranum í barnaheiminum í Skopun. Sitandi á eini reiggju, sang hon Vandringsmænd, Hvide måge og aðrar, sum hoyrdust í lurtinum. Áhoyrarar vóru ein kúgv og nakrar hønur.

Sum 12 ára gomul fekk hon ein gittara og lærdi hon trý greb í sunnudagsskúlanum.

Seinri byrjaði hon bólkin Snowflakes saman við tveimum vinkonum, sum gjørdust landskendar við eini singulplátu. Tær vóru  eisini í Klaksvík og sungu til dans saman við Swallows.

Í 1978 kom hon til trúgv, og gjørdist tað nú andaligir sangir, sum hon sang og innspældi. Hon hevur givið seks bond og fløgur út. Tann eina, Barnabønin, bleiv seld í 4000 eintøkum.

Hetta og mangt annað fer Fríbjørg at greiða frá saman við Rudolfi mikukvøldið í komandi viku. Eisini fer hon at framføra fleiri av sínum sangum saman við Rana Nolsøe Band. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder