Mentan

Legg telefonina til síðis á jólum

Jólini skulu ikki haldast á sosialu miðlunum, sigur heilsufrøðingur

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-11-27 19:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Tú kanska ert heima og bakar saman við børnunum, og løtan er fantastiskt. Barnið merkir, at mamman er til staðar og tíðin hevur einki at siga. Barnið kennir seg sæddan og virðismiklan og tað er soleiðis at barnið fær eitt gott sjálvsvirði.

- Men so fer mamman eftir telefonini, og myndin skal leggjast út. Síðani skal man tjekka um nakar dámar myndina ella hvat hendir. Tað er ein frávera, sum barnið merkir.

Tað segði Kala Rajani Hansen, heilsufrøðingur, í Góðan Morgun Føroyum í morgun.

Hon sigur, at foreldur kanska ofta leggja myndir út, og vísa hvussu gott tey hava tað saman við sínum børnum. Hetta kann tó vera keðiligt fyri børnini, sum ikki tora at siga frá.

Hoyr alla samrøðuna um jól og strongd her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder