Bretskir myndugleikar leggja ætlanir um at flyta kongafamiljuna úr London til eitt loyniligt stað, um ófriður uppstendur, tá Bretland møguliga noyðist at fara úr ES uttan eina skilnaðaravtalu.
Tað skrivar B.T.
Sambært keldum úr bretsku stjórnini, leggja tey seinastu hond á eina ætlan, sum upprunaliga varð gjørt undir kalda krígnum í 1960unum.
Tá var ætlanin, at tey kongaligu skuldu flytast til ymisk støð uttanfyri London, um tað endaði við kjarnorkukríggi við Sovjetsamveldið.
Bretsku myndugleikarnir arbeiða við einari rúgvu av hugsandi framtíðarstøðum, har Bretland noyðist úr ES uttan eina avtalu í mars.
Bretsku myndugleikarnir óttast fyri, at eitt Brexit uttan avtalu kann merkja, at tey koma at mangla reint vatn, mat og heilivág, og hetta kann so elva til ófrið í gøtunum.
Brestku miðlarnir Daily Mail og The Times siga seg vita, hvar kongafamiljan verður flutt, um ófriður uppstendur, tó hava teir ikki upplýst, hvar talan er um.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald